JKJ
Torbjørn Jacobsen
Firðirnir gerast ikki áhugaverdir í Føroyum, fyrrenn vit fáa skiftið íbúskapinum – frá landbúnaðarsamfelagi til fiskivinnusamfelag. Fyri hetta varútróðurin hjávinna afturat landbúnaðinum, tí var høgligast at seta búgvsoleiðis, at sum stytst var at rógva á miðini, í hvussu er áðrenn motorarnir komu.Eftir skiftið – sum eisini var grundarlag fyri stórum fólkavøkstri – høvdusluppir og skonnartir tørv á tryggari vetrarlegu og seinri bryggjum, har veiðanúr Norðurhøvum kundi uppskipast, virkast og flytast av landinum. Stórifólkavøksturin verður eftir hetta í Vági, á Tvøroyri, í Vestmanna, Fuglafirði, Seyrvági,Miðvági, Klakksvík og báðumegin við Skálafjørðin. Í hesum lopinum veksur Havnineisini, høvuðsstaðurin, sum húsar skúlum, sjúkrahúsi og einari vaksandi umsiting.
Glyvrar var ein lítil bygd í landinum. Landbúnaðarbygd. Í grundini var taðbert ein garður, har allar tær 16 merkurnar vóru, sum tá hoyrdu og enn hoyra til bygdina. Sorinskrivarin Niels Jacobsen festi garðin í 1649. Elsti sonurhansara, Hans Nielsen, sum var sýslumaður, gifti sær Sundsgarð til, og tey bæði Elsebeth Johannesdatter fingu synirnar Niels og Lucas.
Niels var fyrsti bóndi í Niðristovu - nú høvdu vit helst rópt tað Niðri á Bakka - og hann festi helvtina, 8 merkur, av Heimistovugarðinum í 1705. Hann var eisini sýslumaður, eftir at pápin var deyður. Síðani sita nøkur ættarliðvið garðinum. 20. mai 1820 tekur Jacob Christiansen við festinum, sum hoyrirtil Niðristovu. Hann var giftur Maren Frederikke Clementsdatter úr Lamba, honvar dóttir Clement Samuelsen og konuna Onnu Katrinu Haldansdatter, ið varslektað úr Leynum. Tey bæði fingu 8 børn. Tvey av teimum vóru Anna KatrinaJacobsdatter og Jacob Jacobsen, no. 6 og 8 í røðini, fødd í 1840 og 1845. Triðji elsti sonurin, Clement Jacobsen, fór til Havnar at læra handilsskap, hann giftist danskari kvinnu, men tey fingu ongi børn.
Jacob Jacobsen, Jákup á Langanesi, var giftur Biritu Hansdatter úr Heimistovu. Hann var røktingarmaður, legði tvey kúfóður inn - inni á Langanesi– búsetti seg har - og segðist vera av frægastu útróðrarmonnum. Hann varlangabbi mín, pápi abba mín, Napoléon á Glyvrum. Eldra systir Jákups, AnnaKatrina, giftist til Elduvíkar við Joen Michelsen, Pers-Jógvan róptur. Tey bæðifingu tvær døtur, - Mariu og Marin. Anna Katrina doyði ung frá døtrunum, honvar bara 33 ára gomul, táið hon doyði eftir “abortering”, og tá fór Marin tilHavnar at vera. Hon vaks upp hjá fyrr umrødda mammubeiggja sínum Klæminti ogkonu hansara Katrinu, tey vóru sum sagt barnleys. Marin var verandi í høvuðsstaðnum, og giftist seinri við Martin Meinhardt Jacobsen, ið var sonurdanska skómakarameistaran Jørgen Frantz Jacobsen. Hesin flutti til Føroya viðfamiljuni í 1877. Marin og Meinhardt áttu døturnar Onnu Katrinu, uppkallaðeftir ommuni úr Niðristovu á Glyvrum, og Francisku, Honnu og Hellu, sum vargift bóndanum og politikaranum Dánjal Paula Danielsen – í Búðini – av Velbastað. Harumframt fingu tey dreingirnar Klæmint og Jørgen Frantz Jacobsen.Hesin seinri nevndi er maðurin, sum er á breddanum í hesum døgum, núbrævaskiftið ímillum hann og vin- og skyldmann hansara, William Heinesen,verður givið út í bók.
Mostir hansara, Maria, vendi aftur á gamlar slóðir og kom út aftur á Glyvrar. At búgva. Hon giftist seinri við Johannes Johannessen í Beitinum. Teybæði fingu børnini Katrinu, Jóhonnu, Jóhan og Eliesar. Katrina var gift Mariusiog búði í Rituvík, Jóhanna búði á Glyrum og var ógift og brøðurnir báðirgjørdust lærarar. Jóhan var fyrstilærari á Skála í rúma tíð, hann var giftur Ingeborg, ið var dóttir Meginskaldið Janus Djurhuus, og fingu tey m.a. soninLeivur á Skála, sála, sum tey flestu á mínum aldri hava hoyrt um. Hann varverkfrøðingur - starvandi í Tórshavn. Eliesar búsettist í Beitinum, og giftistDagmar, dóttir Petur Danielsen í Søldarfirði – tey eiga trý børn, - Mariu, Petur Anfinn og Jóhannus Morsing.
Harvið hevði Jørgen Frantz Jacobsen nógva fjølskyldu í bygdini.Systkinabørn í Beitinum og næsta slekt á Bakka og á Langanesi. Elsti morbróðirhansara, Kristian, var hildin at vera væl fyri intellektuelt og nógv avhildin.Hann festi garðin, og varð valdur á Føroya løgting í árunum 1895-1899. Hannfekk sær eisini handil. Sonur hansara Rasmus festi eftir pápan, og hann fekk 7børn í tveimum giftum. Elsti sonurin í seinru giftini, Meinhard, var føddursama ár sum trímenningur hansara Jørgen Frantz Jacobsen. Hann tók við handlinumeftir pápan, og brøðurnir bygdu turkihús, og íshús høvdu teir eisini, sum faðirteirra hevði átt. Onkur teirra átti og førdi skip.
Mær er sagt at Meinhard og rithøvundurin vóru serliga væl, so javnir íárum, og so ofta sum tað lá fyri hjá honum, legði Jørgen Frantz leiðina inn áSkálafjørðin – inn á Glyvrar at vitja. Nú havi eg av góðum grundum ikki lisiðbrøvini, men onkur segði mær, at William í einum brævi umrøður “glibrianskecigarer”, og uttan iva hevur Jørgen Frantz givið honum tær frá Rasmusi,systkinabarni móðir hansara og seinri frá trímenninginum Meinhardi. BárðurJákupsson segði fyri kortum í Útvarpinum, frá Heðini Brú, pápa hansara, athonum dámdi so serliga væl at vera í arbeiðsørindum - sum búnaðarráðgevi - inniá Glyvrum, sum hann tók til: Teir vóru hinir skemtiligastu menn at práta við ílandinum. Kann vera at tað sama hevur drigið Jørgen Frantz hendan vegin,umframt tað, at hann var nær slektaður við ein stóran part av bygdini.
William sigur um Marina, mammu vinmannin, í innganginum til “Det dyrebareliv”, at hon var stak vøkur og væl gávað kvinna, stoisk-harmonisk av lyndi ogbókakøn. Síðani staðfestir hann, at Jørgen Frantz ofta vitjaði skyldfólk síniinni á Skálafirði – á Glyvrum. Soleiðis gjørdist hann kunnugur við lívið ábygd, og haðani fekk hann nógv av tilfarinum til skaldsøguna “Barbara.” M.a. erløgmansfigururin, Samuel Mikkelsen, manaður fram eftir einum prúðum oghábærsligum skyldmanni, kann ætla at tað er systkinabarn Marina, Rasmus, sumvar 34 ár eldri enn hann, og ein annar figurur er Armgard, sum altíð sat ogbant. Tann figururin er uppstrikaður eftir hinari ikki minni strammu og striksuommusystir hansara á Glyvrum – Elsebeth Mariu. Hon hevði verið uttanlands, í Keypmannahavní 18 ár, har hon m.a. hevði tænt í køkinum hjá kongi.
Á yngri árum arbeiddi eg nógv niðri á Bakka, og ein sum eg kom at arbeiðaserliga nógv saman við var Klæmint á Bakka. Vit gjørdust vinmenn, hóast 49 árvóru ímillum okkum. Hann var sonur Rasmusar, og harvið vóru Klæmint og JørgenFrantz trímenningar, á sama hátt sum pápi mín og rithøvundurin vórutrímenningar. Klæmint var kortini nakað yngri – føddur í 1906 – og umframt atvera ímillum prúðastu, raskastu og sterkastu menn í landinum, tiltikin, m.a.gjørdi hann roysnir frammi á dekkinum á damparanum Niels R. Finsen, sum varkomin í havsneyð á Hvarvinum í 1939, var hann sera væl kálvføddur í søgu oglitteraturi, eg ógvaðist mangan um vitan hansara, m.a. táið hann detaljeraðgreiddi mær frá griksku guðalæruni, og táið hann slóðaði mær rásir inn íalheims skaldskapin. Tá gjørdist mær greitt, at her hevði verið eitt jørðildi,sum hevur staðið væl í mun til góða høvdið og áhugan hjá Jørgen Frantz, - sumKlæmint mangan tosaði um, teir kendust væl, sum vera man. Eliesar í Beitinumkendi eg eisini væl, hann var søgulærari okkara í Glyvra skúla. Maria, dóttirhansara, og eg eru javngomul og fylla sama dag. Hann var ein gløggur, vællisinog mentaður maður – aftur her renna vit okkum í eina kultiveraða slóð, sumhevur drigið ein forvitnan ungan mann – við viðkvæmum antennum - úrhøvuðsborgini út á bygd.
William sigur í formælinum til aðru útgávuna av “Færøerne – natur og folk”:“Hans interesse for og kærlighed til dette lille, men dog så vidtløftige ørigei Atlanten, var utrættelig. Under sine lange sygelejer havde han altid et kortover Færøerne hængende foran sig på væggen, og i perioder, når han var tvungettil at ligge uvirksom hen, morede han sig med i tankerne at gøre udflugter tilde forskellige øer og bygder.“ Seinri skrivar hann: “Hans store deskriptivetalent, hans videnskabelige uddannelse som historiker og hans fanatiskekærlighed til land og folk har i forening løftet den introduktive bog op i ethøjt kunstnerisk plan.”
Øll, sum bera kenslu við Jørgen Frantz Jacobsen, vita, at hann var íðintjóðskaparmaður. Konteksturin var ein annar enn í dag, nú, eftir at ein øld erhespað uppá tíðarsnælduna síðani. Hann vaks upp í tíðini eftir attjóðskaparrørslan býtti seg upp – í flokkar, og hann stóð stinnur undir liðiniá sjálvstýrismonnunum. Í skrift og talu. Hetta fær meg at hugsa um ein annansamanhang, sum okkurt kann vera í, tí Rasmus Glyvradal, ein skyldmaður hansara,og mín, segði mær nú ein dagin, at ein eldri gjáarmaður hevði sagt honum, atbóndahúsið í Niðristovu var tað fyrsta á Skálafjørðinum, yvirhøvur, har taðlýsti í – politiskt tjóðskaparliga. Hetta samsvarar eisini við tað, sum einskyldmaður mín, Ingvard á Langanesi (føddur í 1904), eisini trímenningur JørgenFrantz, einaferð segði mær. Hann greiddi frá, hvussu tað var, táið glyvramennskuldu út á Nes at velja til forstandaraskap, løgting og fólkating, - farið varvið báti. Teir í Niðristovu høvdu motorbát, vóru sjálvstýrismenn, og ofta tókuteir sambandsmenninar í árabátum uppá sleip. Nú var hann sjálvur íðintjóðskaparmaður, tí ynskti hann kanska at mana eina mynd fram í høvdinum á mær,um framburð og afturhald. Soleiðis var eisini ekvivalensur ímillum rithøvundinog skyldmenninar á Glyvrum á politiska mótinum.
Nú rýkur tað kanska í meira lagi av friði og samlagi, úr tí sum eg havitikið fram, men tað er nú so, at stóra Gjógvin, ið er ein upprunin tilbygdarnavnið, klívur bygdina í tvey. Sjálvandi í nógv størri mun áðrenn brúgvinog vegurin komu, og ofta verður havt á lofti, um viðkomandi, talað verður um,býr innanfyri ella uttanfyri Gjónna. Ein lokal søga er um spenni, sum kann veratvørtur um ein so stóran skurð í lendinum. Marin, kona Kristians, ommubeiggirithøvundans, segðist vera sera ráðarík, og tað var heimistovubóndin Hanuseisini. Sera ráðaríkur. Hann var oldurabbi mín í hinum legginum á Glyvrum.Ístaðin fyri at stríðast um valdið, samdust hesi bæði ráðaríku fólkini um atbýta valdið í bygdini ímillum sín. Í besta Machiavelli stíli. Hanus íHeimistovu skuldi ráða fyri borgum uttanfyri Gjónna og Marin í Niðristovuskuldi hava alt valdið innanfyri Gjónna.
Ein onnur orsøk til at Glyvrar sum bygd hevur líkst burturúr øðrum bygdum,av somu stødd – og ikki hevur kenst sum ein statiskur tíðarlummi – og drigiðfólk til sín – kann eg ætla hava verið allir teir ungu menninir, sum komu úrymsum heraðshornum í landinum at læra seg navigatión. Nólsoyingurin Poul NikláiDanielsen, ið setti seg niður í Glyvraheiðum, hevði skiparaskúla í húsum sínumum aldarmótið fyri stórthundrað árum síðani. Hann hevði hægstunavigatiónsútbúgving frá Bogø navigatiónsskúlanum í Danmark. Hann var langabbimín. Hans Djurholm lærdi til skipara hjá honum. Seinri fór Hans sjálvur undirat reka navigatiónsskúla, og frá vetrinum 1903/04 fram til 1907/08 helt skúlintil í húsunum hjá foreldrum hansara í Heimistovu. Eftir at hann hevði bygt særhús longur inni í bygdini, byrjaði hann aftur at halda skúla i 1912 og heltfram til og við veturin 1927/28. 131 navigatørar lærdu til skipara hjáDjurholm. Fleiri av kendu rokskiparunum um ta tíðina. Skúlin var privatur ogfekk ongan almennan stuðul til raksturin. Kann ætla at tað hevur havt týdningfyri bygdina, at so nógvir fremmandir ungdómar komu higar, ið gjørdu hana tileina bráðpannu, og hetta er júst um tað mundið, táið Jørgen Frantz tíðumvitjaði hendanvegin.
Ongin veit hvat ið hevði kunnað komið burturúr Jørgen Frantz Jacobsen, hesum vituga og evnaríka manni, slapp hann at liva longur enn í 37 ár. Kortinilivir hann framvegis ígjøgnum skaldskapin, serliga ígjøgnum einastu skaldsøguna“Barbaru”, sum var givin út í 1939 og seld í fleiri hundrað túsund eintøkumsíðani - bara í Danmark. Hon er filmatiserað og kend um allan heimin. Týdd tilnorskt, svenskt, hollandsk, týskt, finskt, íslendskt, slovenskt, eingilskt,grønlendskt, polskt, estiskt og føroyskt mál.
Eftir ynski frá Sprotanum havi eg nú roynt at greiða frá bondunum, sum knýttu heimsgitna rithøvundin Jørgen Frantz Jacobsen til heimbygd mína. Vitbáðir vóru/eru, sum tit kanska hava gitt, slektaðir í fjórða og triðja liði –úr Niðristovu á Glyvrum.
Keldur:
Keraldið – Maria Jacobsen
Rasmus Glyvradal
William Heinesen
Egið minni